Scroll to top

Góð móttøka

Á sumri 2018 seldu vit fyri fyrstu ferð ein bakka við grind, spiki og turrum fiski, sum var klárur at seta á borðið. Móttøkan var framúr góð, og vit fingu fleiri bíleggingar.

Virksemið hevur vundið upp á seg, og nú var so tíðin búgvin at gera eina heimasíðu. Við heimasíðuni verður tað enn lættari hjá tær at bíleggja vørur frá okkum.

Fyrstafloks vøra

Fyrtafloks vøra

 

Vit leggja stóran dent á, at okkara vørur allar eru fyrtafloks vørur.

Vit heingja sjálvir grindina upp at hanga. Eftir drúgvar royndir vita vit, hvussu hon gerst so væl smakkandi sum møguligt, t.e. at hon hvørki er ov sølt ella ov turr.

Spikið turrsalta vit sum fjósir í stórum kørum ella lakasalta í stórum kaggum.

Turri fiksurin er toskur. Vit keypa bara turran fisk við nógvum og góðum smakki. Okkara undirveiterar eru smáar fyritøkur við drúgvum royndum.